Ger okkurt til skógvaeskjurnar
Byrjanardato
8. oktober
Endadato
22. oktober
Staður
Kjallarin í Leirvíkar Missiónshúsi
Hóskvøldið 8. oktober kl. 19 verður møguleiki at møtast í kjallaranum í missiónshúsinum og gera ymiskt, sum kann leggjast í Christmas Child-skógvaeskjurnar 😊
Tað verður møguligt at koma hvørt hóskvøld frá kl. 19:00–21:30 fram til 25. oktober, tá eskjurnar skulu latast inn.
Dømi um tað, sum kann gerast, eru:
- húgvur
- pannubond
- hosur
- vøttir
- bamsir
- taskur
- pungar
- lappar
og mangt annað.
Ein góður drekkamunnur verður at fáa.
Øll, sum hava hug at vera við, eru hjartaliga vælkomin!