Loading Events
Kvøldskúli
Tónleikur
Rørsla

Barnadansur

Byrjanardato

19. oktober

Endadato

18. apríl

Staður

Glyvrahanusarhús, Norðragøta

Undirvísari

Jón Rói Høgnesen

Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni.

Nøkur kvøld vera serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin.

Umframt at dansa saman, vera hugnakvøld og pitsakvøld.

Kunning kemur út á Facebook bólkin “Føroyskur dansur fyri børn og ung (og eldri)”.

NB: Hóast tað eitur barnadansur og er tillagað børnum, ynskja vit, at foreldur, ommur, abbar og onnur eisini dansa saman við børnum sínum.

Nær: Mánakvøld kl. 19:00 – 20:00

Prísur: Ókeypis

 

Tilmeldingarfreistin er farin.