Konsert í Tøting
Dato
22. august
Staður
Tøting
***Leygarkvøldið 22. Aug. kl. 20.30 í Tøting***
atgongumerki.fo
Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Tey ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.
GØ:
Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Háberg (trummur), Sjúrður Zachariasson (saksofon)
Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í somu rebelsku tilgongdini, tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.
Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival, har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise.
Alias Morera:
Filip Mortensen er ein maður, sum við øllum sínum verkætlanum hevur ljóðað, sum nakað, ið burdi verið heimskent. Hann líkist eisini eini rokkstjörnu og hevur gjørt tað síðani fyrstu fetini inn á føroyska tónleikapallin við bólkinum The Story Ends. Fyrstu fetini uttanlands vóru í endadystinum í Global Battle of the Bands við Lady Fire, sum annar av tveimum í The Ghost við altjóða útgávusáttmála, og sum partur av Lover Lover, ið var landaplága her heima.
Tað er okkurt púra serstakt við røddini hjá Filipi, og evnini at skriva løg og at framleiða eru eisini ómetaliga góð.
Summartónar og Tónleikasamtakið Grót
Atongumerki fæst á: atgongumerki.fo
Líknandi tiltøk
15.
aug
Upplatingarveitsla Saunadypp
16.
aug
Felags sunnudagsskúli
18.
aug
Fjóskafé
05.
sep
Finalan um Løgmanssteypið
19.
sep
HOYMA 2026
26.
sep