Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

HOYMA 2026

Dato

19. september

Staður

Syðrugøtu

Leygardagin 19. september verður HOYMA aftur.

Tvey tey seinastu árini hevur HOYMA verið útselt, og eisini í ár verða einans 300 atgongumerki sett til sølu.

HOYMA var upprunaliga tiltakið, sum setti gongd á eitt hugtak, ið síðan hevur breitt seg nógv. Í Føroyum eru fleiri líknandi tiltøk sprottin fram – t.d. Húsagonga, Válan, Hitt á Glyvrum, Heima og Stovutónar – og eisini í Íslandi, Danmark og Noregi eru stovnað tiltøk sambært sama leisti.

Fólk koma frá nær og fjar, fyri at uppliva serliga huglagið, sum HOYMA bjóðar. Hugnaligar og bergtakandi konsertir heima í stovunum hjá syðrugøtufólki.

Skráin verður kunngjørd í næstum á hoyma.fo og á teirra sosialu miðlum, men um tú ætlar tær við, er gott at vera kvikur, tá ið sølan letur upp.

Atgongumerki kunnu keypast á: atgongumerki.fo