
öð [øh] Ravleyst umfarsljóð

Dato
19. juli
Staður
Býráðshúsið
öð er ein longsul eftir hita. Ikki hitan, tú kanst máta, men tann, tú merkir, tá onkur verður sitandi eitt sindur longri við borðið. Tá tøgnin ikki skal fyllast út. Tá tónleikur kennist minni sum ein framførsla og meira sum eitt rúm.
Aftan fyri verkætlanina stendur framleiðarin og tónaskaldið Benjamin Djurhuus, sum við debutútgávuni öð [øh] fyri fyrstu ferð traðkar fram við sínum heilt egna listarliga heimi. Eftir fleiri ár aftan fyri leiktjaldið sum framleiðari, sangskrivari og samstarvsfelagi, vaks tørvurin at skapa okkurt persónligt, organiskt og menniskjaligt.
Hóast Føroyar ofta verða knýttar at mjørka, vindi og myrkri, søkir öð tað mótsatta. Tónleikurin kennist sum ein heiturkoppur av te í hondunum. Sum at hyggja út yvir havið uttan at skula avstað. Ein roynd at skapa eitt stað, har tú kanst anda eitt sindur djúpari og vera í tí, sum er.
LIVE verður henda hugsanin gjørd kropslig.
Við öð “acoustic surround experience” sláa teir 8 tónleikararnir ring um áhoyrararnar, sum ikki longur eru áskoðarar til konsertina, men staðsettir mitt í tónleikinum. Umgyrdir av akustiskum ljóðførum, røddum og eftirklangi. öð snýr seg ikki um at rópa harðast. Tað snýr seg um nærveru. Um rúm. Um at vera… eitt sindur longri.
Hetta hevur tú nú møguleikan at uppliva í serstaka býráðssalinum í Norðagøtu.
Keyp atgongumerki á: öð [øh] Ravleyst umfarsljóð · atgongumerki.fo
Líknandi tiltøk

16.
jul
Víkingur - Stjarnan

07.
jul
Fjóskafé

14.
jul
Fjóskafé

16.
jul
G! Festivalur

21.
jul
Fjóskafé

27.
jul