
Ruddingardagurin 2026

Dato
27. mai
Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00
Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini.
- Víkingahúsið í Norðragøtu
- Økið niðanfyri Missiónshúsið í Leirvík
Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og juice til børnini og hvørt húski fær ein plantupakka við heim
Vit síggjast til ruddingardagin 27. mai 2026!
G.G Um mett verður, at veðrið ikki verður til vildar hetta kvøldið, verður tiltakið flutt.

