
Konsert í Tøting

Dato
18. apríl
Staður
Tøting
Leygarkvøldið 18. apríl verður konsert í Tøting við Guðrið Hansdóttir og Ny ham.
Atongumerki fæst á https://atgongumerki.fo/3601743/gudrid-hansdottir-og-ny-ham-i-toeting
GUÐRIÐ HANSDÓTTIR ÚTGÁVUKONSERT:
Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur úr hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023.Nú verður Guðrið aftur plátuakutell við heildarútgávuni Sýrublað, sum kemur út 10.apríl 2026 og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna.
Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri frá country, reggae og rokki og sigur Guðrið sjálv, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi, grønur og eitt sindur sýrutur.
Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnir, teirra samstarv kom í lag, tá ið tey bæði tóku útbúgvninga ”Listaligt arbeiði” á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg m.a um modernað rótloysi, longsulin eftir tí stillu nátturuni og yðandi lívinum í býnum, stúranini fyri framtíðini og at liva við ótta.
Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var lærusetningurin tann, at hon einans skuldi samstarva við listafólk, ið hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har í spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga. Íblásturin til útgávuna eru frá bólkum sum Big Thief, Sharon Van Etten, Jethro Tull, Fleetwood Mac, The Cardigans, Jeff Buckley og Jenny Wilson.
NY HAM:
Ny ham er ein tónleikaduo við Mariu Ljósá (sang) og Andreas Tykjær Restorff (gittar, cello og elektronikk). Aftrat sær hava tey Torleik Mortensen (gittar og bass).”KINGO” er ein nýggj verkætlan við nýkomponeraðum tónleiki til tekstir eftir Thomas Kingo. Í einum nútímans og stemningsfullum ljóðheimi endurskapar tónleikaduoin Ny ham ta poetisku og andaligu kraftina hjá Kingo. Tónleikurin snýr seg um trúgv, vón og menniskjasligan veikleika og byggir brýr millum søguligan arv og nútímans kenslur. Ny ham skapar eina uppliving, har tíð og stað verða upployst – og bert orðini og tónleikurin standa eftir.Tónleikasamtakið Grót
Líknandi tiltøk

26.
mar
Kom og perla á bókasavninum

27.
mar
Pub Quiz í Bovling

27.
mar
Víkas spæla í Losjuni

28.
mar
Earth Hour 2026

16.
apr
Knit with the locals

24.
apr
Pub Quiz í Bovling

07.
mai