Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Sólarkaffi

Dato

8. februar

Staður

Bygdarhúsið í Leirvík

Sunnudagin 8. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Til ber at koma í bygdarhúsið við køkum frá kl 12:30.

Lutaseðlar verða seldir, vinningurin er eitt gávukort á 2.000,- frá Effo í Leirvík.

 

Ved Nagurset hugleiðir um tað at flyta úr Mauritius til Leirvíkar.

 

Klaverframførsla við Jón Eliassen

 

Lávusarhús selur ymiskar hondvirkaðar vørur.