
Konsert á Báta- og Listasavninum

Dato
23. november
Staður
Báta- og Listasavnið
Vit bjóða til eina serliga vakra og øðrvísi konsertuppliving, tá Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) spæla konsert á savninum sunnudagin 23. november kl 16.
Skráin er í stóran mun verk hjá Niccolò Paganini, ið bæði var framúr violinleikari og einastandandi gittaristur. Talan er um lættan, virtuosan og vakran tónleik í tí klassiska bel canto–forminum.
Afturat hesum fara tey bæði at framføra verk eftir Ole Bull, Vittorio Monti, tónar úr Føroyum og Sveis, og eisini sololag fyri gittara eftir Leo Brouwer.
Talan er um eina eitt sindur øðrvísi konsert – bæði tónleikaliga og við frásøgn – sum gevur eina spennandi og lættari uppliving hjá lurtarunum.
Atgongumerki: 100 kr. – fáast við dyrnar
Góður kaffimunnur aftaná
Konsertin er uttan steðg
Økistónar og Konsertfelagið stuðla tiltakinum
Báta- og Listasavnið í Leirvík, Kulibakki 8
Mynd: Kristfríð Tyril

Líknandi tiltøk

07.
mai
Knit with the locals

08.
mai
Avdúking av listaverki og tríbekki

09.
mai
Ódnartøk í Norðragøtu

09.
mai
Eydnuhjól

15.
mai
Hamferð í Tøting

19.
mai
Søla av frátiknum bókum
19.
mai
Næmingakonsert hjá Tónlistaskúlanum

15.
jun
Fjóskafé

23.
jun
Fjóskafé

30.
jun