

22. desember
Varmakeldugarðurin
🎄 Jólastemning á Varmakeldugarðinum – 22. desember kl 15-19! 🎅
Vit bjóða øllum, bæði nær og fjar, hjartaliga vælkomin á vitjan á Varmakeldugarðinum tann 22. desember.
🐄 Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja uppliva ta serligu jólastemningina á garðinum. Tú kanst síggja mjólkneytini, kela kálvunum og taka eina jólamynd saman við familjuni.
☕ Á Fjósloftinum bjóða vit heitt kakao og rís à la mande – hugnaligt og gott í køldu tíðini.
🧶 Harumframt verður garðssøla, har tú kanst keypa ymiskt úr okkara egna framleiðslu og fáa tí okkurt heilt serligt heim við tær.


nov

des

des

des