Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Jólamarknaður í Leirvík

Dato

16. november

Staður

Brandstøðin í Leirvík

Kom og ver við!
Sum nakað nýtt, verður ein hugnaligur jólamarknaður í brandstøðini í Leirvík, fyri alla familjuna.
Her fært tú høvi at keypa m.a. jólagávur, jólapynt og jólabakstur – alt sum hoyrir jólunum til.
Tað verður eisini ymiskt á skránni, tú kanst taka jólamyndina til jólakortini, felagssangur, kreativitetur til børnini og hugnalig jólakafé.
Set X í kalendarin 16. november kl 14 – 18.
Nærri kunning kemur seinni, fylg við!
Vilt tú selja á degnum?
Til ber at umbiðja borð, við at skriva til rutha@eystur.fo og upplýsa navn og hvat man ætlar at selja. Freistin at biðja um borð er 2. november.
Gevið gætur: jólamarknaðurin er ikki ætlaður loppusølu.