
Dramskúlin (9-12 ár)

Byrjanardato
22. oktober
Endadato
8. apríl
Staður
Losjan Glotti, við Gøtugjógv
Undirvísari
Noomi Reinert
Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik.
Vit spæla nógv dramaspøl og hava góðar og stuttligar venjingar sum læra tykkum at duga og tora at traðka fram á pallin og spæla sjónleik. Vit bjóða eisini familju, vinum og øðrum at síggja onkran leik, sum vit venja.
Fyri at tora at framføra sjónleik, er neyðugt at kenna seg væl og tryggan, og tað leggja vit stóran sent á í dramaskúlanum.
NB: Um barnið hevur stuðul í skúlanum, er eisini neyðugt at hava stuðul við á hetta skeiðið.
Tíðspunkt: Týsdagar kl. 17:00 – 19:00
Kostnaður: 500 kr.
