Loading Events
Kvøldskúli
Tónleikur
Rørsla

Barnadansur

Byrjanardato

20. oktober

Endadato

30. mars

Staður

Glyvrahanusarhús, Norðragøta

Undirvísari

Jón Rói Høgnesen

Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum, á skránni.

Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin.

 

Umframt at dansa saman, verða hugnakvøld og pitsakvøld og vit fara eisini út at vitja barnadansarar úr øðrum bygdum.

Kunning kemur út á facebookbólkin “Føroyskur dansur fyri børn og ung og eldri í Gøtu”.

 

NB: Hóast tað eitur barnadansur og er tillagað børnum, ynskja vit, at foreldur, ommur, abbar og onnur eisini dansa saman við børnum sínum.

Tíðspunkt: Mánakvøld klokkan 19:00 – 20:00.

Prísur: Ókeypis


Tilmeldingin til kvøldskúlan er stongd.