

21. september
Syðrugøtu
Tónleikafestivalurin HOYMA fer aftur í ár av bakkastokki í einum grannalagi í hugnaligu Syðrugøtu. 20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni.
Á skránni eru:
Jens Marni Hansen
 Die Færøsche Polkaband
 Guðrið Hansdóttir
 Bárður á Lakjuni
 Uni Debess
 Knút
 Silvitni
 Jensia Højgaard Dam
 Maria Ljósá
 Norðan
HOYMA 2024 verður hildin leygardagin 21. september.
Seinasta ár var metstórur áhugi fyri festivalinum, og tiltakið var útselt. Tí verður mælt til at tryggja sær sítt pláss, atgongumerki kunnu keypast her.
Fyri meira kunning sí heimasíðuna hjá HOYMA her