Undirvísingarstøð, prísur og tilmelding
Undirvísingarstøð
Meðan umbyggingin fer fram í Leirvíkar Skúla, er undirvísingin fyribils bert í gamla Gjáa við Gøtugjógv.
Prísur
Næmingagjaldið verður kravt inn eina ferð hvørt hálvár. Kostnaðurin fyri hálvárið er 400 krónur.
Um fleiri systkin eru í tónlistaskúlanum, verður avsláttur latin.
Fyrsta barnið rindar fullan prís, meðan systkin fáa 50% avsláttur.
Tilmelding
Tónlistaskúlin hevur eitt ávíst tal av tímum at ráða yvir, og tískil sleppur bert eitt ávíst tal av næmingum framat í senn. Er einki pláss tøkt, kanst tú koma á bíðilista. Lægsta aldursmark fyri at koma á bíðilista er 6 ár. Tú kanst byrja at spæla í tónlistaskúlanum, tá tú ert byrjað/ur í 1. flokki. Gevið gætur, at bíðilistarnir eru ymiskir til longdar. Klaver-og gittarlistarnir eru t.d. longrið enn hinir, og tískild kann bíðitíðin her taka upp til 2-3 ár.
Eru aðrir spurningar, er møguligt at seta seg í samband við Jón Eliassen, musikkskúlaleiðara, á tlf. 730072.