• Lugarið

    Lugarið í Leirvík Bryggjan 10, Leirvík, Faroe Islands

    Hvønn morgun mánadag til leygardag um, 10 tíðina, hittast fólk í Lugarinum í Leirvík. Serliga eru tað eldri menn, sum hittast og fáa eitt gott prát um gamlar dagar og um hvat rør seg í samfelagnum. Øll eru vælkomin framvið Lugarið til eitt gott prát og ein kaffimunn.

  • Kappróðrarfelagið Tindur

    Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. […]

  • Víkingur

    Sarpugerði Sarpugerði 1, Norðragøta, Faroe Islands

    Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her.